Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya 2024

Svimjisamband Føroya hevði hin 13. apríl 2024 sín árliga aðalfund, á Panorama á Hotel Hafnia í Havn. Á skránni var útyvir formansfrágreiðing og framløga av roknskapinum, eisini innkomin mál frá starvsnevndini og einum felag, og val av formanni, nevndarlimi, tiltakslimi og dómsnevndarlimi.


SSF aðalfundurin 2024. Lis í Jákupsstovu eigur myndina

Innkomnu málini vóru:

  • Uppskot frá HS um tillaging av lóg SSF, so at
    – starvsnevndin skal fráboða tá aðalfundur verður lýstur, hvør stillar upp
    – øll lønt størv hjá SSF skulu lýsast leys, har SSF er arbeiðsgevari
  • Uppskot frá SSF um tillaging av lóg SSF, so at
    – javnstøða eigur at vera í starvsnevnd SSF
    – starvsnevndin verður víðkað við 1 umboði afturat úr íðkaranevndini
    – lógin sigur, at tiltakslimur er ikki at rokna sum starvsnevndarlimur
    – heitið ‘formaður’ verður skift út við meira tíðarhóskandi ‘forfólk’
    – ásetingarnar um møguliga løn verða nærri ásetingunum hjá ÍSF
    – aðrar smávegis rættingar, nú LEN eitur ‘European Aquatics’, o.t.
  • Uppskot frá SSF um tillaging av reglugerð SSF um tænastuferðir
    – taka burtur avmarking til ávis at ikki fáa endurgjald fyrstu 10 dagar
    – seta inn ískoyti um frávík frá reglugerðini, tá annar sáttmáli finst
  • Uppskot frá HS komið inn aftaná tíðarfreist, um úttøkuskipanina

Uppskotini frá SSF vórðu flest øll samtykt, við undantaki av ynskinum at víðka starvsnevndina við 1 umboði afturat úr íðkaranevnd SSF, og at tað um javnstøðu varð broytt til at har ‘eigur’ heldur enn ‘skal’ vera javnstøða.

Uppskotið frá HS fall, um at starvsnevndarlimir skulu fráboða beinanvegin tá ið aðalfundur verður lýstur, um tey stilla upp aftur ella ikki. Uppskotið um at lýsa størv varð eftir umrøðu trekt aftur, og tað síðsta, seint innkomna, eisini.

Síðani var val á skrá, har nevndarlimur Dann Hjelm hevði fráboðað, at hann ynskti at fara frá.

Úrslitið av hesum valum var, at Rókur í Jákupsstovu er afturvaldur formaður, Annika Olsen nýggjur nevndarlimur, og Rúni Gaardbo afturvaldur tiltakslimur. Hartil varð Monika Hjelm Rasmussen vald í dómsnevndina.


SSF starvsnevndin 2024. Lis í Jákupsstovu eigur myndina

Undir ymiskt ynskti starvsnevndin at hoyra aðalfundin, hvat feløgini hildu um ætlaðu broyting av úrvalsskipan ÍSF. Tíverri varð ikki góð tíð eftir til hesa umrøðu, aftaná 3 tímar á fundi.

Sum heild ein góður fundur, við góðari uppmøting.

Formansfrágreiðingin kann lesast her:

Her er lóg SSF sum samtykt á hesum aðalfundi. Gevið gætur, at smávegis broytingar ikki eru litaðar við gulum, so sum rættstaving og nýggj talmerking:

Og her er dagførda reglugerð um tænastuferðir:

Vegna SSF

Rókur

This entry was posted in Felagsskapur, Lógir og reglugerðir. Bookmark the permalink.