Landsliðstoymið og starvsnevnd SSF hava samtykt at vilja bjóða fylgjandi svimjarum luttøku á Danish Open 2024, sum verður í Bellahøj Svømmestadion hin 11. til 14. apríl 2024.
- Bjarta í Lágabø (2009), SuSvim
- Elisabeth Erlendsdóttir (2005), HS
- Jóhanna Ólavsdóttir (2007), FS
- Kristina í Skála (2005), HS
- Róa Trygvadóttir (2008), Ægir
- Jonna Joensen (2005), Ægir
- Lea Osberg Højsted (2008), Ægir
- Áki Eliassen (2006), HS
- Bartal E. Eidesgaard (2003), HS
- Bárður Ólavsson (2008), FS
- Fróði Hansen (2008), FS
- Heini Mohr Askham (2006), Ægir
- Isak Dag Brisenfeldt (2006), HS
- Líggjas Joensen (2008), Ægir
- Silas Dam Lindberg (2008), HS
Bjóðaðir vórðu teir svimjarar sum innan kravtíðarskeiðið kláraðu kravtíðir sum lýst í viðkomandi úttøkuskipan.
Jón Hofgaard (1992) og Alisa Vestergård (2003) úr SuSvim vórðu eisini bjóðaði at luttaka, men hava meldað avboð, meðan hini listaðu hava tikið av.