Líggjas Joensen royndi seg nú tíðliga í morgun í 800 metra frísvimjing á HM 2024 í Doha, og megnaði hann har at svimja seg til óføru tíðina 8:32.54. Hetta er nógv besta tíð hjá honum nakrantíð, við meira enn 9 sekundum í mun til hansara til nú bestu tíð, sum var 8:41.85 frá HM í Fukuoka í juli mánaða í fjør.

Líggjas er nú hin fimtskjótasti føroyski svimjari á hesum teini, nakrantíð, aftanfyri Pál Joensen á 7:45.55, Óla Mortensen á 8:10.94, Marius Ihlen Gardshodn á 8:24.90 og Alva Hjelm á 8:28.61.
Hetta er omaná at hann fyrradagin svam sína næstbestu tíð nakrantíð í 400 metra frísvimjing, har hann nú eisini er hin fimtskjótasti nakrantíð.
Um vit hyggja at bestu tíðum hjá 16 ára gomlum føroyskum svimjarum, so er Líggjas nú so gott sum á linju við Óla Mortensen, sum svam 8:31.34 á NMU í Keypmannahavn í 2012.

Og handan betringin á 9,31 sekund er altso rættiliga imponerandi – meira enn 1 sekund fyri hvørjar 100 metrar, 8 ferðir, heilt øgiliga tíðliga um morgunin, einsamallur og yngst í hesum kappingum á heimsmeistarastevnu.
Líggjas varð nr 40 av 43 luttakandi í hesi kapping, nú ´a HM í Doha 2024, sí úrslitalistan her
Til lukku Líggjas og Ægir