SSF skiftir til heildarkravtíðarætlan

Svimjisamband Føroya fer nú so smátt at skifta til skipan við heildarætlan fyri kravtíðum sínum, aftaná eina árarekkju har kravtíðirnar vórðu funnar út í frá meðaltíð av veikastu heiðursmerkjum á viðkomandi stevnum. Endamálið er at gera skipanina einfaldari, og at fáa greiðari samanhang millum kravtíðirnar til hesar ymisku avbjóðingar.

Her og nú merkir hetta, at kravtíðirnar til ársins summarstevnur verða ávikavist 600 AQUA-stig til NMU í Helsinki 2. – 3. juli 2024, 700 AQUA-stig til EJM í Vilnius 2. – 7. juli 2024, og 750 AQUA-stig til EM í Beograd 17. – 23. juni 2024. Kravtíðarskeiðið er ikki endaliga ásett, men kann vónandi verða til og við FML/JML 2024.

Talvurnar við AQUA-stigum síggjast her hjá altjóða svimjisambandinum, og verður tað í hesum føri talvurnar fyri úrslit á langgeil sum eru viðkomandi. Sí eisini niðanfyri:

Um eingin skuldi klárað kravtíð, so er møguleiki enn hjá landsliðstoyminum og starvsnevndini at taka eyka út, sum lýst í úttøkuskipanini til eyka úttøkur

Her eru enn snøklar at fáa uppá pláss, so sum serliga hvussu vit handfara at altjóða svimjisambandið árliga dagførir talvunar, mitt í vanliga kravtíðarskeiðnum hjá okkum. Til dømis í sambandi við nevndu stevnur, eru talvurnar dagførdar 1. januar 2024, og kunnu úrslit frá 2023 tí møguliga geva hægri AQUA-stig sambært talvunum tá.

Men hetta finna vit útav, og er nýggja skipanin væntandi væl smidligari at fáast við, enn gamla har hundraðtals av kravtíðum skuldu roknast sum prosentstig av meðaltíð av veikastu heiðursmerkjatíð frá trimum teimum seinastu stevnunum av sama slag. Nú kunnu øll fylgja við, umvegis Tempus ella við at sláa upp í talvurnar.

Ein síðsta viðmerking á hesum sinni – Sum nevnt í yvirlitinum, so vil tað sjálvsagt enn verða so, at møgulig krøv frá fyriskiparunum eisini skulu klárast. Til dømis nú í sambandi við Danish Open, so hava danir ásett kravtíðir, eins og altjóða svimjisambandið plagar at áseta rættiliga harðar kravtíðir til HM og OL.

Og so líka eisini, at Oyggjaleikir við vilja ikki eru tiknir við. Her eru kravtíðirnar ikki ásettar enn, men plaga tær at vera meðaltíð av veikastu heiðursmerkjatíð frá trimum teimum seinastu Oyggjaleikum, um ikki bara veikasta heiðursmerkjatíð frá seinast.

Her niðanfyri er uppskotið til heildarætlan sum tað fyriliggur beint nú, omaná viðgerð í gott eitt ár, saman við venjarum, forfólkum og øðrum í føroysku svimjingini:

Gevið gætur: Svimjinevndin ‘eigur’ nálatíðirnar, og viðger tí møguliga dagføring av hesum, sum so aftur verður avgerandi fyri kravtíðunum til FM og Atlantic Open.

Úttøkuskipanirnar verða klárar sum skjótast, til ársins uttanlanda stevnur.

Vegna landsliðstoymi og starvsnevnd SSF

Rókur

PS. AQUA-stig er tað sum fyrr æt FINA-stig, broytt vegna navnaskiftið hjá altjóða svimjisambandinum FINA til World Aquatics í 2022

This entry was posted in Kapping. Bookmark the permalink.