Starvsnevnd SSF samtykti fyrst í vikuni at vilja bjóða fylgjandi svimjarum luttøku á HeimsMeistarastevnuni 2024 í Doha í Katar, har sjálv svimjistevnan verður hin 11. til 18. februar 2024.
- Líggjas Joensen (2008) Ægir
- Elisabeth Erlendsdóttir (2005) HS
- Isak Brisenfeldt (2006) HS
Úttøkan er grundað á úrslit svomin síðani í summar, har starvsnevndin vegna tað at hetta langgeila-HM liggur í februar, sum fráboðað hevur valt sum eitt undantak at hyggja at stuttgeilatíðum eisini.
Elisabeth Erlendsdóttir og Isak Brisenfeldt valdu síðani hesa avbjóðing frá, og verður Líggjas Joensen tí einsamallur føroyskur luttakari á hesi HeimsMeistarastevnu.
Við honum fara Rúni Gaardbo sum venjari og Sabina Poulsen sum ferðaleiðari.