Starvsnevnd SSF hevur samtykt at gera viðfestu tillagingar í úttøkuskipanini til NM/NJM 2023, so at aldursbólkarnir samsvara við teir á stevnuni nýttu.

Avbjóðingin var, at World Aquatics í februar broytti sín junioraldur, sum so eftirfylgjandi varð broyttur eisini hjá LEN, NSF og okkum.
Ávirkanin burdi yvirhøvur verið, at fleiri svimjarar nú hava møguleika fyri at klára kravtíð.
Frá
- NJM yngri gentur (09-10)
- NJM yngri dreingir (07-08)
- NJM eldri gentur (08-09)
- NJM eldri dreingir (06-07)
- NM kvinnur (-06)
- NM menn (-05)
Til
- NJM yngri (08-10)
- NJM eldri (06-07)
- NM (-05)
Vegna starvsnevnd SSF
Rókur