Starvsnevnd SSF samtykti hóskvøldið hin 19. oktober 2023 at góðkenna Svimjifelagið Hellufoss í Kvívík sum lim í Svimjisambandi Føroya, og hevur Svimjisambandið tí nú 7 virkin feløg.
Svimjifelagið Hellufossur hevði stovnandi aðalfund hin 5. oktober 2023, har nevnd varð vald og viðtøkur samtyktar, sum eru grundaðar á standardlógunum hjá ÍSF fyri nýggj ítróttarfeløg.
Hellufossur hevur heimstað í Kvívík, og er fyrsta nevndin:
- Sára Midjord, forkvinna
- Helgi Simonsen, næstformaður
- Joan M. Joensen, skrivari/kassameistari
Hartil tiltakslimir:
Benadikta Debes
Anja Eydnudóttir
Torstein Paulason Brattaberg
Umsókn um limaskap varð send til Svimjisamband Føroya, sum síðani ráðførdi seg við m.a. ÍSF, áðrenn viðgerð og góðkenning á regluligum starvsnevndarfundi í gjárkvøldið.
Vit í Svimjisambandinum fegnast sjálvsagt um hendan nýggja lim okkara, ið umboðar eitt øki í Føroyum sum Svimjisambandið søguliga hevur havt ilt við at røkka.
Føroysku svimjifeløgini eru nú Fuglafjarðar Svimjifelag, Havnar Svimjifelag, Suðuroyar Svimjifelag, Svimjifelagið FLOT, Svimjifelagið Hellufossur, Svimjifelagið Reysti og Ægir
Av hesum er Svimjifelagið Reysti okkara nú næstyngsta svimjifelag, ið var samanlegging av Svimjifeløgunum Skeggjar og Reki í 2010.
Við svimjikvøðu
Vegna starvsnevnd SSF
Rókur í Jákupsstovu, formaður