Startlistar til HM 2023

So er tað longu í morgin, at kappsvimjingin á langgeil byrjar á HeimsMeistarastevnuni 2023, her í Fukuoka í Japan. Úr Føroyum eru luttakararnir Elisabeth Erlendsdóttir (2005) úr Havnar Svimjifelag og Líggjas Joensen (2008) úr Ægir, harav Líggjas nú í morgin skal royna seg í 400 metra frísvimjing.

Liðleiðarafundurin var í gjár, har síðstu lógligu frámeldingar kundu gerast, og eru endaligu startlistarnir sum vant nú eftirfylgjandi sjónligir her á omegatiming.com

  • Sunnudag 23. juli – Líggjas 400 frí
  • Týsdag 25. juli – Líggjas 800 frí
  • Mikudag 26. juli – Elisabeth 50 rygg
  • Fríggjadag 28. juli – Elisabeth 200 rygg

Altjóða svimjisambandið skrivar her um hvussu vit kunnu fylgja við úr Føroyum, ið stutt sagt er annaðhvørt umvegis danska TV2, ella á stroymingartænastuni All Aquatics. Hartil hevur altjóða svimjisambandið hesa rásina á YouTube, har tey leggja út samandráttir og annað í leypi av tiltakinum.

This entry was posted in Kapping and tagged . Bookmark the permalink.