So er næsti dagur avgreiddur hjá svimjihópinum á Oyggjaleikum 2023, og gekk tað bara heilt væl hjá okkara svimjarum. Tey svimja upp ímóti og betri enn sínar bestu tíðir, og vunnu í kvøld 1 gull, 4 silvur og 1 bronsu afturat heiðursmerkjunum frá í gjár, so at vit til nú hava vunnið 2 gull, 6 silvur og 4 bronsur í svimjingini. Og hartil setti Elisabeth Erlendsdóttir oyggjaleikamet í 100 rygg.
Føroyskir heiðursmerkjavinnarar 2. dag á Oyggjaleikum. Sabina Poulsen eigur myndina
- Kvinnur 1500 frí – Eyðrið Mortensen (2003, HS) 17:18.95 og silvur. Hetta var persónligt met hjá henni, í mun til 17:29.67 frá HS Open í 2018.
- Menn 400 blandað – Líggjas Joensen (2008, Ægir) 4:40.05 og nr 4, Heini M. Askham (2006, Ægir) 4:43.96 og nr 5. Bestu tíðir hjá teimum áðrenn í dag, vóru Líggjas 5:00.05 frá ABMS 2022, og Heini 5:13.40 frá Ægir Open í 2021
- Kvinnur 200 bringu – Lea O. Højsted (2008, Ægir) 2:37.24 og silvur. Besta tíð hjá henni áðrenn í dag, var 2:37.87 frá Atlantic Open 2023
- Menn 100 firvald – Isak Brisenfeldt (2006, HS) 56.75 og nr 5. Besta tíð hjá honum yvirhøvur, er 56.62 frá Atlantic Open 2023
- Kvinnur 100 rygg – Elisabeth Erlendsdóttir (2005, HS) 1:01.07 og gull og oyggjaleikamet. Besta tíð hjá henni áðrenn í dag, var 1:01.26 frá Swedish Swim Games í 2021
- Menn 50 bringu – Róland Toftum (1998, SuSvim) 29.05 og bronsu. Besta tíð hjá honum yvirhøvur, er føroyska metið 28.30 frá NM 2022
- Menn 200 frí – Bartal E. Eidesgaard (2003, HS) 1:52.52 og silvur. Besta tíð hjá honum áðrenn í dag, var 1:52.76 frá FM á stuttgeil 2022.
- Kvinnur 200 blandað – Jóhanna Ólavsdóttir (2007, FS) 2:24.05 og nr 4. Besta tíð hjá henni áðrenn í dag, var 2:27.93 frá Ægir Open í februar.
- Menn 4×50 frí – Føroyar 1:36.66 og nr 4. Landsliðsmetið er 1:33.24, frá Oyggjaleikum á Jersey í 2015
- Kvinnur 4×50 blandað – Føroyar 1:58.34 og silvur. Landsliðsmetið er 1:57.06, frá Oyggjaleikum á Jersey í 2015