Hetta vikuskiftið eru 15 ungir svimjarar úr Føroyum í Íslandi, har tey fara at kappast á Sumarmót Íslands 2023. Støðan hevur vegna verkfall verið eitt sindur óviss vegna, men eru tey nú klár til um eina løtu at fara at byrja stevnuna í Laugardalslaug í Reykjavík, heldur enn sum upprunaliga ætlað í Ásvallalaug í Hafnarfirði.
Startlistarnir síggjast her. Har verður ikki stroymað frá hesari stevnuni
Upprunaliga var ætlanin at tey skuldu kappast við innleiðandi riðlum um morgunin og finalum um kvøldið, leygardag og sunnudag, men er tað nú broytt til at har er éin stevnupartur hvønn dag, við beinleiðis finalum heldur enn innleiðandi og finalum.
Svimjararnir hjá okkum eru sum úttikin
- úr Ægir: Jonna Joensen (2005), Durita M. Askham (2008), Lea Petersen (2009), Ragnhild Jacobsen (2008)
- úr FS: Bárður Ólavsson (2008), Fróði Hansen (2008), Rebekka Róðinsdóttir (2007), Margit Højbro (2007), Birita Vesturtún (2007)
- úr HS: Villiam Marius Samuelsen (2005), Silas Dam Lindberg (2008), Áki Eliassen (2006), Oddvaldur Leivsson (2008), Jóhanna Katrina Jacobsen (2007)
- úr FLOT: Karl Joensen (2005)
Við teimum eru Rúni Gaardbo og Malena Hansen sum venjarar, Rúna Jacobsen sum venjari/leiðari, og Johan Martin Thorsteinsson sum ferðaleiðari.
Liðið býr í Kópavági, og hevur leigubilar til at koma aftur og fram. Upprunaliga royndu vit at finna uppihald nærri at høllini í Hafnarfirði, men er hetta nú í støðuni heppið, við tað at Kópavágur er væl nærri Reykjavík.