Starvsnevnd SSF hevur samtykt at vilja bjóða fylgjandi svimjarum luttøku á U23 EvropaMeistarastevnuni á langgeil 2023, sum verður í Dublin í Írlandi hin 10. til 13. august 2023:
- Elisabeth Erlendsdóttir (2005), HS
- Vár E. Eidesgaard (2001), HS
- Líggjas Joensen (2008), Ægir
- Bartal E. Eidesgaard (2003), HS
Hetta eru teir svimjarar sum eru fráboðaði at hava klárað kravtíð til hesa stevnu, út yvir Elisabeth Erlendsdóttir sum vit vita hevur klárað viðkomandi kravtíð.
