Her er úrslitalistin frá AldursBólkaMeistaraStevnuni 2023, sum Svimjisamband Føroya og Ægir skipaðu fyri í Klaksvíkar Svimjihøll, nú leygardagin 6. og sunnudagin 7. mai 2023. Úrslitini síggjast eisini her á LiveTiming og her á Swimify

Hagtøl
Alt í alt svumu 145 íðkarar og 31 lið úr 5 av okkara 6 feløgum seg til 1121 úrslit, hesar báðar dagarnar í Klaksvík.
Bestu avrik
Besta avrik av øllum átti Bjarta í Lágabø (2009) úr Suðuroyar Svimjifelag, tá ið hon í 50 firvald svam seg til tíðina 29.39 sekund, sum gevur 570 FINA stig.
Besta avrik hjá dreingjum, átti Símun Sámal Joensen (2009) úr Havnar Svimjifelag, tá ið hann í 800 frí svam seg til tíðina 10.02.93, sum gevur 397 FINA stig.
Heiðursmerkjabýti
Tilsamans 228 heiðursmerki vórðu handaði á hesari stevnu, harav ein partur skal faldast við 4, við tað at talan har var um liðsvimjingar
Felag | Gull | Silvur | Bronsa |
SuSvim | 46 | 29 | 25 |
HS | 26 | 19 | 17 |
Ægir | 12 | 9 | 12 |
FS | 5 | 10 | 7 |
FLOT | 2 | 7 | 2 |