Starvsnevnd SSF og landsliðsvenjarin hava á fundi í kvøld samtykt at vilja taka út hesar svimjarar til Oyggjaleikir 2023:
- Vár E. Eidesgaard (2001), HS
- Elisabeth Erlendsdóttir (2005), HS
- Róland Toftum (1998), SuSvim
- Bartal E. Eidesgaard (2003), HS
- Alisa Vestergård (2003), SuSvim
- Eyðrið Mortensen (2003), HS
- Jóhanna Ólavsdóttir (2007), FS
- Líggjas Joensen (2008), Ægir
- Heini M. Askham (2006), Ægir
- Lea O. Højsted (2008), Ægir
- Isak Brisenfeldt (2006), HS
Hetta eru tey sjey sum hava klárað kravtíð til hesar Oyggjaleikir, umframt fýra afturat grundað primært á hægstu FINA-stig klárað á stuttgeil í kravtíðarskeiðnum.
Úttiknu svimjarar verða bidnir um sum skjótast at fráboða Svimjissambandinum á ssf@ssf.fo, um tey taka av hesum tilboði, og í seinasta lagi nú leygardagin hin 22. apríl. Hetta tí at vit skulu hava skráseting inn til ÍSF nú sunnudagin.
Við svimjikvøðu
Starvsnevndin og landsliðsvenjarin