Ægir 4:16.07 og juniormet í 4×100 blandað fyri mix-lið

Ægir (2006) setti á Atlantic Open 2023 stevnuni í kvøld føroyskt juniormet í 4×100 blandað fyri mix-lið, við at svimja 4:16.07 har metið hjá Ægir frá FM á stuttgeil í 2022 var 4:16.83. Tey sum svumu fyri Ægir, vóru Líggjas Joensen (1:02.94 í 100 rygg), Lea O. Højsted (1:14.01 í 100 bringu), Jonna Joensen (1:05.81 í 100 firvald) og Heini M. Askham (53.31 í 100 frí). Sí úrslitalistan her

This entry was posted in Kapping. Bookmark the permalink.