Rætting 28. februar 2023: Har var ein prentvilla í virksemisætlanini, HM fyri juniorar verður ikki í Singapore men í Netanya, Ísrael. Er nú broytt her.
Svimjisambandið hevði sín árliga kalendarafund í kvøld, har feløgini saman við sambandinum løgdu kalendaran fyri svimjiárið 2023-2024, og sum nakað nýtt eisini líka fram til árslok 2024. Samtykti kalendarin sæst longu á vanliga stað, ssf.fo/kalendari
Har er sikkurt okkurt her og har sum er óheppið, ella sum seinni má justerast tí at annað kemur í vegin. Men, sum heild var talan um ein góðan fund, har tað mesta er sum tað plagar, altso í stóran mun ein framskriving av vanliga kalendaranum hjá SSF.
Týdningarmestu stevnur her heima í 2023 og 2024, verða sambært hesi ætlan:
- Atlantic Open 15. – 16. apríl 2023 – síðsta freist at klára kravtíð til Oyggjaleikir
- SuSvim Open 20. – 21. mai 2023 – síðsta freist at klára kravtíð til NMU, EJM, EM U23 og HM
- FM/JM á langgeil 16. – 18. juni 2023 – síðsta heimliga meistarastevna í svimjiárinum, ‘ársins’ verða kosin
- FM/JM á stuttgeil 10. – 12. nov 2023 – síðsta freist at klára kravtíð til NJM, NM og EMS
- Atlantic Open 10. – 12. mai 2024 – vónandi partur av Føroyaleikum 2024, og kanska í nýggjari høll í Havn?
- FM/JM á langgeil 14. – 16. juni 2024 – síðsta heimliga meistarastevna í svimjiárinum, ‘ársins’ verða kosin
- FM/JM á stuttgeil 8. – 10. nov 2024 – síðsta freist at klára kravtíð til NJM, NM og HMS
Fremsta orsøk til at kalendarin nú verður lagdur fram til árslok 2024, er at altjóða svimjisambandið World Aquatics nú plagar at krevja, at vit søkja um góðkenning í seinasta lagi 31. desember, til tær stevnur árið eftir sum skulu kunna telja sum kravtíðarstevnur til HM og OL.
Hartil hevur evropeiska svimjisambandið LEN eitt líknandi krav, um at vit í november fráboða um stevnur næsta ár, sum skulu telja sum altjóða.
Eitt gleðiligt í sambandi við hendan fundin er eisini, at vit nú hava eina virkandi svimjinevnd aftur. Bjørg Jensen og Jón Bjarnason hava bjóðað seg fram til uppgávuna, og vónandi finna vit skjótt triðja limin eisini, so at nevndin kann sigast at vera fullmannað.
Á fundinum var eisini ætlaða virksemisætlanin hjá SSF fyri tíðarskeiðið 2023 til 2026 løgd fram, og tillagað nakað út í frá afturmeldingum frá fundarluttakarunum. Hetta er ætlan sum starvsnevnd SSF hevur gjørt fýra ár fram síðani 2017, í sambandi við árligan fund við fíggjarnevnd ÍSF, ið eisini var løgd fram fyri aðalfund SSF í 2022.
Virksemisætlanin fyri 2023-2026 verður løgd fram til viðgerðar aftur á aðalfundi SSF hin 23. mars 2023. Hon er at rokna sum eitt livandi skjal, sum tað eisini sæst í hesi útgávu, við strikingum og ískoytum og broytingum, so hvørt sum hetta er neyðugt.