Altjóða svimjisambandið FINA hevur í nátt váttað yvirfyri Svimjisambandi Føroya, at FøroyaMeistarastevnan/JuniorMeistarastevnan á stuttgeil 2022 er góðkend sum úttøkustevna til HeimsMeistarastevnuna á stuttgeil 2022. Harvið kunnu tíðir haðani brúkast sum tilmeldingartíðir til HM á stuttgeil 2022.
SSF søkti um góðkenning hin 30. september, sum svar til úttøkuskipanina frá FINA hin 14. juni, sum kom omaná at hetta HM vegna kríggið í Ukraina varð flutt til Melbourne í Avstralia, heldur enn at skula verða sum upprunaliga ætlað, í Kazan í Russlandi.
Eitt nýtt var, at kravtíðarskeiðið nú stóð at enda hin 13. november, har okkara ætlaða FMS/JMS 2022 stóð til at skula verða hin 18. til 20. november. Starvsnevnd SSF viðgjørdi hendan trupulleika, og valdi at flyta hetta FMS/JMS 2022 til hin 11. til 13 november , so at hendan stevna kundi verða endin á kravtíðarskeiðnum.
Tíverri er tað síðani hent, at Kringvarp Føroya hevur fráboðað Svimjisambandinum, at tey ikki koma at senda frá hesi stevnu. Vit royndu at vera so tíðliga úti við umbønini sum gjørligt, og fingu so svar nú í oktober.
HM á stuttgeil 2022 verður í Melbourne í Avstralia hin 13. til 18. desember 2022.