Viðmerkingar til altjóða druknivanlukkufyribyrgingardagin 2022

Nú dagurin er her, og hetta átak hevur verið í gongd síðani mikudagin, so eru nakrar viðmerkingar komnar til hetta ymiska, harav onkur enntá fleiri ferðir. At lista upp her, har okkurt kanska kemur afturat í leypi av degnum í dag og seinni …

Er ‘3 um árið’ ikki høgt sett?

Jú, har vóru vit kanska í so skjót, tí vanlig høvuðrokning sigur at 45 um árið í 22 ár, eru ‘bara’ gott og væl 2 um árið. Vit vóru tíverri rímiliga pressaði við tíð, nú tilfarið skuldi verða klárt áðrenn summarferiu, og so sníkti hatta ‘meira enn 2 um árið’ seg upp til 3.

Mangla har ikki ein druknivanlukka á kortinum?

Jú, tíverri manglaði ein druknivanlukka at verða frámerkt á sjálvum føroyakortinum sum er prentað, ið sæst í talvuni á sama prenti. Tað var ein maður sum druknaði á Toftum í 2017. Vit hava rættað talgildu útgávuna, og fáa so hitt rættað í framtíðar prenti.

Mangla har ikki fleiri druknivanlukkur í yvirlitinum?

Møguliga. Okkara yvirlit burdi verið sum fingið frá Landslæknanum, og er óivað út í frá einari definitión av druknivanlukku, har onnur kanska definera øðrvísi. Onkur hevur viðmerkt at ein druknivanlukka er ov nógv í yvirlitinum, sum kann vera av somu orsøk.

Er ikki onkur druknivanlukka skeivt ásett í kortinum?

Jú, tað má eg (Rókur) taka uppá mín kappa. Hetta varð gjørt sum frægast, við at hyggja í yvirlitið frá Landslæknanum, og so annars spyrja fólk og leita á netinum, til at finna útav hvar akkurát ið hesar ymisku druknivanlukkur hendu.

Hatta var eitt langt orð

Ja, men tað er faktiskt gott føroyskt – samansett orð uttan millumrúm.

Yvirhøvur

Tit mugu orsaka um okkurt av hesum virkar sjuskut ella beinleiðis stoytandi. Vit vistu at tíðin var rættiliga knøpp, tá ið vit fóru undir hetta átakið, og her vóru so túsund detaljur at taka støðu til.

Sum heild eru vit tó sera fegin um átakið, og serliga um tann máta sum tað er móttikið av fólki – íroknað av teimum sum høvdu viðmerkingar. Tað er týðiligt at tað upptekur føroyingar, at hesi 2-3 um árið eru alt ov nógv, og at okkurt má gerast.

Við lívbjargingarkvøðu

Rókur

This entry was posted in Lívbjarging. Bookmark the permalink.