Hesa komandi vikuna verður ljós varpað á altjóða dagin til fyribyrging av druknivanlukkum, sum Sameindu Tjóðir hevur ásett at vera á hvørjum ári hin 25. juli. Eitt kunningarátak verður sjósett við sergjørdari heimasíðu sum miðdepli, og blátt ljós fer at lýsa upp bygningar og tunlar runt landið.
Tað er Svimjisamband Føroya sum skipar fyri hesum átaki í Føroyum, við hollum stuðli frá serliga Betri Stuðulsgrunninum, umframt frá eini røð av øðrum góðum samstarvsfeløgum, ið telja bæði land, kommunur, stovnar, svimjihallir og fyritøkur.
Svimjisambandið er limur í altjóða lívbjargingarsambandinum ILS, sum samskipar hetta altjóða tiltak í lívbjargingarhøpi, har heimsheilsustovnurin WHO so aftur er høvuðssamskipari av tiltakinum yvirhøvur, vegna Sameindu Tjóðir.
Í ár er høvuðsevnið fyri degnum, sum sjósett av WHO, at ‘gera eitt ting til at bjarga lívum’. Her hava vit í Svimjisambandinum valt at hava sum høvuðsboðskap fyri tiltakinum í ár, ‘hav altíð onkran við tær’. Hetta tí at vit vita frá hagtølum, at nógvar druknivanlukkur henda, tá ið fólk eru einsamøll.
Hartil er boðskapurin eisini, at læra sum flest at vera tryggir svimjarar og lívbjargarar, ið altíð hugsa um trygdina, tá ið vandi er fyri at kunna drukna, umframt at ansa eftir at serliga smábørn ikki hava ov lætta atgongd til at kunna seta seg í vanda.
Eitt serligt sum WHO eisini leggur upp til, er at ‘fara í blátt’ fyri hesum altjóða degi, við at lýsa upp okkurt eyðkent við bláum ljósi. Her hava vit tíbetur fingið eina røð av samstarvsfeløgum ið vilja lýsa upp bygningar og annað.
Meira verður at frætta hesar næstu dagarnar. Áhugaði kunnu lesa meira á sergjørdu heimasíðuni druknifyribyrging.fo, umframt á heimasíðu okkara ssf.fo, og á sosialu miðlum okkara facebook.com/svimfor og instagram.com/svimfor/
Við lívbjargingarkvøðu
Svimjisamband Føroya
Fakta um druknivanlukkur 2022
Í heimshøpi drukna í minsta lagi 236.000 fólk á hvørjum ári, harav helvtin eru undir 30 ár, og harav menn eru tvær ferðir sannlíkari at drukna enn kvinnur.
Í Føroyum drukna umleið 3 fólk um árið, sambært skráseting hjá Landslæknanum síðani 2000. Tilsamans 45 fólk, harav 12 vóru undir 30 ár (27%) og harav 41 vóru kallkyn (91%).
Lutfalsliga er hetta talið sera høgt, at 6 fólk drukna hvørt ár fyri hvørjar 100.000 íbúgvar í landinum, sum er vanliga samanberingin. Sí t.d. https://ourworldindata.org/grapher/drowning-death-rates
Til samanberingar vóru tøl hjá nøkrum av okkara nærmastu londum í 2019: Ísland 0.60, Noregi 0.79, Skotland 0.49, Danmark 0.44, Svøríki 0.68, Týskland 0.44.
Tølini hjá okkum eru nærmari teimum hjá til dømis hesum londum í 2019: Teiland 6.35, Zimbabwe 6.21, Myanmar 5.76, Grønland 5.57, Lettland 5.53, Norðurkorea 5.38, Bangladesh 5.07
Éin føroysk druknivanlukka var í svimjhyli (2%) og tríggjar á havinum (7%) meðan minst 13 vóru við kaikant (29%) og restin (62%) á ymsan hátt nær landi í vøtnum, áum og sjógvi.
Tað er ikki beinleiðis skrásett – men vitan um hesar ymisku druknivanlukkur sigur okkum, at tey sum drukna, ofta vóru einsamøll, tá ið vanlukkan hendi.
Stutt sagt kann sigast, at tey sum drukna í Føroyum, eru serliga tilkomnir menn, sum fara einsamallir onkunstaðni, har vandi er fyri at kunna drukna.
Men hesi tøl eru bara fyri tey sum druknaðu, tvs. har druknivanlukkan endaði við deyða. Tey eru nógv fleiri, sum hava verið í vanda fyri at drukna tó uttan at doyggja.
Í føroyskari Gallup-kanning í 2018 svaraðu 20% av teimum spurdu “Ja” til spurningin “Hevur tú nakrantíð verið í vanda fyri at drukna?”. Í tilsvarandi kanning í 2021, vóru tey 16%.