Svimjisamband Føroya fekk herfyri tillutað eitt venjaraskeið frá altjóða svimjisambandinum FINA, at verða í Tórshavn vikuskiftið hin 16. til 18. september 2022. Hetta er skeið sum tað vit høvdu í 2018, har luttakararnir tá verða FINA góðkendir hjálparvenjarar, við møguleika at síðani víðariútbúgva seg til venjara og høvuðsvenjara.
Sí skeiðslýsingina her. Undirvísarin verður italski Walter Bolognani, sum nú í mong ár hevur verið høvuðsvenjari hjá italsku junior- og ungdóms-landsliðunum. Undirvíst verður á enskum, og er tað hugsandi at onkur útlendingur kemur hendan vegin, eins og í 2018.
Sjálvt skeiðið er ókeypis, tó við kostnaða fyri mat og uppihald. Gevið gætur, at tilmeldingarfreistin er longu nú hin 25. juli 2022, tá ið luttakararnir skulu vera liðugt skrásettir í skipanini hjá FINA, m.a. tí at online-parturin byrjar hin 16. august.
Áhugaði verða biðin um at venda seg til sítt svimjifelag, ella beinleiðis til SSF á tlf 607559 ella við telduposti til ssf@ssf.fo