Póllendingurin, Maciek Hampel, er nýggjur høvuðsvenjari hjá Havnar Svimjifelag. Starvið varð lýst leyst í mars og 18 umsøkjarar vóru, tá freistin var farin.
Maciek Hampel, ið er 57 ára gamal, hevur master útbúgving í Sports Training frá University of Physical Education í Warszawa. Hann kemur úr starvi sum høvuðsvenjari í Akademicki Zwiazek Sportowy í Lodz í Pólandi.
Maciek hevur meir enn tríati ára royndir sum svimjivenjari, og hansara svimjarar hava m.a. vunnið heiðursmerkir á europeiskum junior og senior meistarastevnum og junior heimsmeistarastevnum. Maciek hevur síðan 1999, stórt sæð uttan steðg, verið tengdur at pólska svimjilandsliðnum; seinast í fjør sum venjari til olympisku leikirnar í Tokyo.
Í sambandi við at FM á langgeil var í Vági herfyri, var Maciek heima í Føroyum til setanarsamrøðu. Høvi var m.a. eisini at hyggja at svimjing og at hyggja at umstøðunum hjá svimjifelagnum í Gundadali.
Havnar Svimjifelag