Tey bæði Bartal og Vár E. Eidesgaard luttóku í gjár í sínum fyrstu kappingum, her á Heimsmeistarastevnuni 2022 í Budapest, har Bartal betraði sum sína bestu tíð, og Vár svam sína 4. bestu nakrantíð. Eisini var eykaaðalfundur, har eitt hitt tyngsta málið var atkvøðugreiðsla um nýggja reglugerð, til hvussu gerast skal tá ið svimjarar skifta kyn.
Føroysk úrslit á HM 2022
- Bartal E. Eidesgaard (2003, HS) 1:57.08 í 200 frí
– besta tíð var 1:58.33 frá FM 2022 - Vár E. Eidesgaard (2001, HS) 17:36.49 í 1500 frí
– besta tíð er føroyska metið á 17:25.28 frá Danish Open í 2016
BBC hevur eitt innslag um hetta við kynunum her:
Allur aðalfundurin sæst her