Heimsmeistarastevnan 2022 byrjar í morgin, har sjálv kappsvimjingin er frá leygardegnum 18. juni til leygardag 25. juni, við luttøku av eisini føroyskum svimjarum. Luttakaralistarnir síggjast nú her á omegatiming.com

Tey sum luttaka fyri Føroyar, eru systkinini Vár og Bartal E. Eidesgaard. Vár fer at luttaka í 800 og 1500 frí, meðan Bartal fer at luttaka í 100 og 200 frí. FINA skrivar at vit í Føroyum fara at kunna síggja stevnuna sum beinleiðis sjónvarp á AllAquatics