Her er spurnarblað sum tú kanst hjálpa okkum við at fylla út og senda inn, so at vit í Svimjisambandinum betur vita, hvat ið vit øll ynskja at føroysk svimjing fæst við.
https://form.jotform.com/221586592136057Orsøkin til hesa kanning, er at vit um eina viku fara at luttaka á verkstovu hjá altjóða svimjisambandinum FINA, har vit m.a. skulu arbeiða við eini strategi fyri SSF.
FINA vil at tað skal vera rættiliga greitt og málrættað, við ítøkiligum málsetningum fyri restina av árinum 2022, og síðani sjálvsagt frameftir.
Vit hava longu strategiina hjá ÍSF at hella okkum til, tá ið vit nú fara at orða okkara egnu.
Hartil høvdu vit í síðstu viku ein fínan fund við forfólk í føroysku svimjifeløgunum, har ymisk ynski komu upp, ið vit tí eisini hava við okkum í skjáttuni.
Men so var tað at vit hugsaðu um at gera eina sovorðna kanning, til at vita hvat ið sum heild er av ynskjum til føroyska svimjing.
So vinarliga svara, óansæð hvør tú ert. Tað hjálpir okkum til ikki bara at hugsa út í frá okkara egna høvdi 🙂
Vinarliga svarið í seinasta lagi nú sunnudagin, tí vit skulu brúka svarini mánadag.
PS. Hevur tú onkra viðmerking sum ikki passar í hatta spurnarblaðið, so fyll út og send inn við hesum: https://form.jotform.com/221645091559359