HS 4:16.85 og stórt føroyskt met í 4×100 blandað fyri mix-lið

Havnar Svimjifelag setti fyri løtu síðani stórt nýtt føroyskt met í 4×100 metra blandaðari svimjing fyri mix-lið, tá ið tey í finaluni á Føroyameistarastevnuni á langgeil 2022 svumu teinin uppá 4 minuttir, 16 sekund og 85 hundraðpartar. Suðuroyar Svimjifelag átti nú farna metið, á 4:25.50 frá Atlantic Open í apríl mánaða.

Tey sum svumu fyri HS, vóru:

  • Elisabeth Erlendsdóttir (2005) 1:06.00 (100 rygg)
  • Bartal E. Eidesgaard (2003) 1:09.27 (100 bringu)
  • Isak Brisenfeldt (2006) 1:01.59 (100 firvald)
  • Vár E. Eidesgaard (2001) 59.99 (100 frí)

Sí úrslitalistan her á livetiming.se

Vár, Isak, Elisabeth, Bartal og Panos í Páls Høll
Erling Eidesgaard eigur myndina
This entry was posted in Kapping and tagged . Bookmark the permalink.