Her eru úrslitini frá svimjistevnuni “HS Open Mars 2022” sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri í Svimjihøllini í Gundadali, nú leygardagin 12. og sunnudagin 13. mars. Úrslitini finnast eisini her á livetiming.se og her á swimrankings.net
Tilsamans 83 svimjarar og 36 lið úr 5 av okkara 6 feløgum kappaðust hesar báðar dagarnar í Svimjihøllini í Gundadali, har tey svumu seg til íalt 478 úrslit.
Bestu avrik
Frægasta úrslit kom nú seinnapartin, tá ið Alisa Vestergård (2003) úr Suðuroyar Svimjifelag svam seg til 646 FINA stig, við tíðini 2:07.68 í 200 frí.
Besta avrik hjá monnum, var Róland Toftum (1998) úr Suðuroyar Svimjifelag, sum svam seg til 29.66 og 616 FINA stig í 50 bringu.
Annars var mest nevniverda úrslit vælsagtans, tá ið suðuroyingar í gjár settu nýtt føroyskt met í 4×50 metra blandaðari svimjing.
Heiðursmerkjabýtið
Felag | Gull | Silvur | Bronsa |
SuSvim | 21 | 9 | 12 |
Ægir | 16 | 13 | 5 |
HS | 3 | 5 | 7 |
FS | 1 | 10 | 10 |
FLOT |
Nálir handaðar á hesi stevnu
Talentnálir
- Talita Johannesen (SuSvim) 43.80 í 50 bringu
- Sissal Rogvadóttir (SuSvim) 34.64 í 50 frí
- Emma Debes (SuSvim) 35.31 í 50 frí
- Bára Hansen (SuSvim) 35.56 í 50 frí
Bronsunálir
- Jórun Winther (SuSvim) 33.99 í 50 frí
- Halla Háfoss (HS) 1:14.93 í 100 frí
Bronsunálir v/stjørnu
- Lea Petersen (Ægir) 1:07.34 í 100 frí
- Ragnhild Jacobsen (Ægir) 1:22.61 í 100 bringu
Silvurnálir
- Líggjas Joensen (Ægir) 2:01.21 í 200 frí
- Áki Eliasen (HS) 17:14.15 í 1500 frí