Nú fleiri enn 1000 fólk hava prógvað seg sum svimjarar, við at klára at svimja 200 metrar uttan íhald ella hjálpitól, so er tað merkisvert at 100 av hesum gjørdu tað í svimjihøllini í Sørvági. Bæði tí at tað er 10% av øllum sum kláraðu royndina, og hartil eini 8% av øllum íbúgvum í Sørvágs kommunu.
Eitt annað merkisvert tal, er at allir næmingarnir hava klárað hesar 200, sum ganga í fimtaflokki í Sørvágs skúla. Tað er tann árgangur sum vit plaga at spyrja um svimjihug- og førleika, tá ið tann kanningin er, og har tað í 2018 vóru bara 43.3% av øllum næmingum í Føroyum sum kláraðu hetta sama.
Her eru nakrar myndir frá svimjiførleikatiltaki í Sørvági í dag