Í dag upprann dagurin tá ið tilsamans 1000 fólk hava prógvað seg at klára at svimja 200 metrar, í svimjiførleikaátakinum sum Svimjisambandi Føroya byrjaði hin 3. desember, har sjálvur Løgmaður var fyrsti svimjari.
Tað er serliga í Klaksvík at tey eru røsk at prógva seg, nú væl meira enn helvtin at øllum sum hava svomið seg til hesa nýggju nál, gjørdu tað í Klaksvík Svimjihøll.
Eitt úrslit sum ikki er púra óvæntað, við tað at Norðuroyggar eisini stóðu seg best í svimjiførleikakanningini í 2018, har 81.3% av fimtafloksnæmingum søgdu seg at ganga til svimjing í frítíðini, í mun til t.d. 11.1% í Suðurstreymoy, og har 78.1% søgdu seg klára at svimja 200m, í mun til eitt meðaltal í Føroyum á 43.3%.
Svimjiførleikaátakið heldur áfram eina tíð afturat, tó so at nú grynnist við nálum á goymslu. Vit bíløgdu 3000 nálir, harav einar 5-600 nú eru eftir á goymslu, meðan hinar eru úti hjá f´ólki og í hallum runt landið.