Suðuroyar Svimjifelag hevur tíverri verið noytt at avlýsa svimjistevnuna sum skuldi verða í Páls Høll í Vági, nú hin 5. og 6. februar 2022, vegna korona. Feløgini vórðu kunnaði í gjár – trupulleikin er at skaffa nóg nógv hjálparfólk, nú smittan herjar.
