Elisabeth Erlendsdóttir svam seg fyri løtu síðani til flott bronsuheiðursmerki á Norðurlendsku JuniorMeistarastevnuni 2021, tá ið hon í finaluni í 200 metra ryggsvimjing svam teinin uppá 2:14.29. Hetta er næsta heiðursmerki sum hon vinnur á hesi stevnu, har hitt fyrra var silvur í 100 metra rygg í gjár.
Sí úrslitalistan her. Splitt-tíðirnar siga sína egnu søgu, at hon var nr 6 aftaná fyrstu 50 metrarnar, og enn nr 6 aftaná 100 metrar, áðrenn hon dró seg fram til eitt 4. pláss aftaná 150 metrar, og so spurtaði til bronsuna, seinastu 25.
Elisabeth er úr Havnar Svimjifelag