So byrjaði Norðurlendska Meistarastevnan og JuniorMeistarastevnan 2021 í Upplands Väsby, við innleiðandi riðlum nú fyrrapartin. Føroyingarnir høvdu ein heldur harðan ferðadag í gjár; men eru glaðir um síni avrik í morgun, har fleiri svumu bestu tíðir, og onnur vóru nær við.
Elisabeth Erlendsdóttir megnaði at svimja seg víðari í finalu í 50 metra ryggsvimjing, og hartil verður liðsvimjingin hjá kvinnum 4×200 metra frísvimjing við í finalu eisini.
400 frí kvinnur
- Eyðrið Mortensen (2003, HS) 4:34.78 (tilm.tíð 4:29.75)
- Róa Trygvadóttir (2008, Ægir) 4:38.47 (tilm.tíð 4:42.55)
400 frí menn
- Heini M. Askham (2006, Ægir) 4:21.67 (tilm.tíð 4:20.85)
50 rygg kvinnur
- Elisabeth Erlendsdóttir (2005, HS) 28.88 (tilm.tíð 29.07)
50 frí kvinnur
- Ronja Ró í Dímun (2004, HS) 26.96 (tilm.tíð 27.05)
- Alisa Vestergård (2003, SuSvim) 26.98 (tilm.tíð 26.72)
- Róa Trygvadóttir (2008, Ægir) 29.26 (tilm.tíð 29.48)
50 frí menn
- Bartal E. Eidesgaard (2003, HS) 23.78 (tilm.tíð 23.92)
- Heini M. Askham (2006, Ægir) 25.38 (tilm.tíð 25.37)
Øll úrslitini síggjast her á livetiming.se
Í Svøríki hava tey frætt, at møguliga verður stroyming, men at tey ikki enn vita hvar og hvussu.
Har hava verið ávísar avbjóðingar á ferðini, har flúgvarin úr Keypmannahavn var seinkaður, og har síðani var okkurt við yvirbooking á hotellinum, so at tey fyrstu nátt máttu fara á annað hotell at yvirnátta.
Men nú er kappingin í gongd, og tey hava tíbetur ikki mist ferðina fyri tað 🙂
Vegna SSF
Rókur