Í morgin ári fara 9 føroyskir svimjarar av landinum við Atlantic, til Danmarkar og síðani víðari til Upplands Väsby í Svøríki, at royna seg á Norðurlendsku Meistarastevnuni og JuniorMeistarastevnuni 2021.
Startlistin sæst her á livetiming.se, sum bendir á harða kapping, tó so við onkrum møguleika fyri at koma upp í millum tey bestu.
Tilmeldingarnar hjá føroyingum síggjast í hesum yvirliti:
Sum heild røkkur hetta til plaseringar niðarliga ímillum Norðurlond, sum ikki er óvæntað við tað at londini plaga at senda lutfalsliga fáar men góðar svimjarar til hesa stevnu.
Men, um Elisabeth Erlendsdóttir hevur eina góða stevnu, so kann tað kanska verða til okkurt, við tað at hon hevur 4. bestu tilmeldingartíð í 100 rygg og 7. bestu í 200 rygg.
Norðurlond eru í svimjihøpi Danmark, Estland, Finnland, Føroyar, Ísland, Lettland, Litava, Noregi og Svøríki.
Úr Føroyum luttaka:
Á NJM 2021
- Elisabeth Erlendsdóttir (2005), HS
- Jóhanna Ólavsdóttir (2007), FS
- Lea Osberg Højsted (2008), Ægir
- Róa Trygvadóttir (2008), Ægir
- Heini Mohr Askham (2006), Ægir
Á NM 2021
- Alisa Vestergård (2003), SuSvim
- Eyðrið Mortensen (2002), HS
- Ronja Ró í Dímun (2004), HS
- Bartal E. Eidesgaard (2002), HS
Við teimum eru ferðaleiðari June Jónsveinsdóttir umframt venjarar Kristian Martin Joensen og Panagiotis Christou.
Sjálv kappingin er fríggjadag 3. til sunnudag 5. desember 2021
Vegna SSF
Rókur