Svimjisamband Føroya skipar hin 14. til 16. januar 2022 fyri dómaraskeiði í Havn, undir leiðslu av royndu yvirdómarunum Henriette og Jens Soelberg Jensen. Hetta sum liður í nýggjum samstarvi við Dansk Svømmeunion, har fyrstu 4 mótul í donsku skipanini nú verða bjóðað í Føroyum, við møguleika fyri seinni at taka útbúgving víðari til yvirdómara.
Skeiðið verður eftir ætlan skipað sum eitt internat frá fríggjamorgni til sunnudag, har Svimjisambandið bjóðar skeið, mat og innivist á hotelli, og har vit so afturfyri fáa vónandi 24 av okkara trúgvu dómarum at møta, til eitt áhugavert vikuskifti um døming í svimjing. Altso fólk sum eru von við at hava eitt ur í hondini, uttan tó at hava pappír uppá tað.
Skeiðið verður bjóðað út sum ein pakki, har vit vænta at luttakararnir tá eisini taka øll hesi fyrstu fýra mótul, tvs. eru har frá fríggjamorgni til sunnudag. Mótulini eru tíðtakari, svimji-/vendi-dómari, startari og leiðandi máldómari. Í Danmark kosta hesi skeiðini 2480 kr fyri limir í svimjifelagi undir Dansk Svømmeunion, og 3615 kr fyri onnur.
Áhugaði kunnu melda til við tilmeldingarskipanini niðanfyri. Gevið gætur, at pláss er í mesta lagi fyri 24 luttakarum, og tað mest sannlikt verður bara hetta eina skeiðið av hesum slag í Føroyum í 2022. Gist verður í tvímanskømrum, so nú mugu vit royna at skipa okkum so frægt, at øll plássini eisini verða brúkt, samstundis sum feløgini eru væl umboðaði.
Vegna SSF
Rókur