Svimjisamband Føroya søkir eftir aðalskrivara at taka sær av dagliga virkseminum í sambandinum, sum parttíðarstarv í Havn ella Saltangará. Nakað av ferðing er væntandi, umframt uppgávur eisini uttanfyri vanliga arbeiðstíð.
Svimjisambandið varð stovnað í 1980, og hevur í dag 6 virkin limafeløg við góðum 800 limum tilsamans. Virksemið er í løtuni serliga innan kappsvimjing, lívbjarging og svimjiførleika, umframt at vit komandi 2 árini hava formanskapin í norðurlendska svimjisambandinum.
Nýggi aðalskrivarin skal
- hava viðkomandi útbúgving og/ella royndir
- hava góðar samskipanareginleikar
- vera álítandi og álitisvekjandi
- hava lætt við at samskifta við nógv ymisk fólk
- duga væl at orða seg á føroyskum og enskum í talu og á skrift
- hava góðar telduførleikar til fyrisitingarlig endamál
Afturfyri bjóða vit eitt spennandi starv, sum aðalskrivarin kann seta sín egna dám á.
Til ber at frætta meira um starvið hjá Róki í Jákupsstovu, formanni, á telefon 219754 ella teldupost rokur@ssf.fo.
Starvið verður lønt sambært avtalu.
Umsókn skal sendast til ssf@ssf.fo í seinasta lagi tann 31. desember 2021.