Starvsnevnd SSF hevur í kvøld samtykt at taka út fylgjandi svimjarar til Norðurlendsku Meistarastevnuna og JuniorMeistarastevnuna 2021, sum verður í Upplands Väsby í Svøríki hin 3. til 5. desember 2021:
Junior-gentur
- Elisabeth Erlendsdóttir (2005), HS
- Jóhanna Ólavsdóttir (2007), FS
- Lea Osberg Højsted (2008), Ægir
- Róa Trygvadóttir (2008), Ægir
Senior-kvinnur
- Alisa Vestergård (2003), SuSvim
- Eyðrið Mortensen (2002), HS
- Ronja Ró í Dímun (2004), HS
- Vár E. Eidesgaard (2001), HS
Junior-dreingir
- Heini Mohr Askham (2006), Ægir
Senior-menn
- Bartal E. Eidesgaard (2003), HS
- Johan Nónskarð Dam (2002), HS
Hetta er teir svimjarar sum eru fráboðaðir at hava klárað kravtíð, umframt Eyðrið Mortensen og Ronja Ró í Dímun fyri avrik yvir 600 FINA stig síðani 1. september 2021.
Vegna starvsnevnd SSF
Rókur