Her eru úrslitini frá Atlantic Open 2021, sum Svimjisamband Føroya og Suðuroyar Svimjifelag skipaðu fyri í Páls Høll í Vági, nú hin 11. til 13. juni 2021, við góðari hjálp frá eisini restini av føroysku svimjifeløgunum.
Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se umframt her á SwimRankings
Hagtøl
Alt í alt vóru tey 55 svimjarar og 28 lið úr 5 feløgum sum royndu seg tilsamans 492 ferðir í 36 kappingum, hesar 5 stevnupartarnar á Atlantic Open 2021.
Heiðursmerkjabýti millum feløg
Felag | Gull | Silvur | Bronsa |
Ægir | 14 | 18 | 12 |
HS | 10 | 2 | 7 |
SuSvim | 8 | 7 | 2 |
FS | 2 | 7 | 9 |
FLOT | 0 | 0 | 4 |
Bestu avrik
Elisabeth Erlendsdóttir úr Havnar Svimjifelag átti besta avrik av øllum, tá ið hon við tíðini 30.81 sekund í 50 metra ryggsvimjing svam seg til 671 FINA stig. Bartal E. Eidesgaard átti besta avrikið hjá monnum, tá ið hann við tíðini 54.40 í 100 metra frísvimjing svam seg til 641 FINA stig.
Kravtíð til altjóða stevnu
Lea Osberg Højsted úr Ægir kláraði kravtíð til Norðurlendsku Meistarastevnuna fyri Ung 2021, tá ið hon svam 1:18.44 í 100 metra bringusvimjing, har kravtíðin var 1:18.55. NMU 2021 verður í Klaipeda í Litava hin 10. og 11. juli 2021.
Næsta stevna
Næsta stevna her heima verður FM á langgeil 2021, í Páls Høll í Vági hin 9. til 11. juli 2021, nú sum partur av Føroyaleikum. Hetta er tá eisini síðsta stevna her heima í hesum svimjiári, um somu tíð sum EJM er í Rom í Italia hin 6. til 11. juli 2021, og NMU í Klaipeda í Litava hin 10. og 11. juli.