Svimjisambandið sett landsliðsvenjara

Svimjisamband Føroya hevur í dag sett Kristian Martin Joensen úr Havn sum landsliðsvenjara fyri føroyska svimjilandsliðið, at byrja beinanvegin. Avtalan gongur fyribils fram til og við summarið 2022, sum við hesum tá vónandi verður eitt spennandi og mennandi ár fyri føroyskar landsliðssvimjarar.

Kristian Martin er vælkendur í svimjihøpi, sum fyrrverandi landsliðssvimjari og seinni høvuðsvenjari hjá Havnar Svimjifelag, umframt eisini sum landsliðsvenjari. Faktiskt var hann ein hin síðsti landsliðsvenjarin í føstum starvi, áðrenn SSF síðst í 00-unum skifti til skipanina, har landsliðsvenjarar vórðu funnir til hvørt einstaka tiltak.

Hóast úrslitini hava verið góð hesi árini, so hevur saknur verið í gomlu skipanini, serliga tí at tað hevur verið trupult at fáa skipað fyri regluligum venjingarlegum, og harvið eisini at skapa ein liðanda millum føroyskar landsliðssvimjarar. Tann parturin fyllir tí eisini nógv í uppgávulýsingini til nýggja landsliðsvenjaran, at skipa fyri venjingarlegum og -døgum.

Vit í Svimjisambandinum fegnast um at hava fingið Kristian Martin til landsliðsvenjara, vegna teir kvalitetir sum vit vita at hann hevur. Sjálvur sigur Kristian Martin stutt um sítt nýggja starv, at hann gleðir seg til uppgávuna, og at tað nú skal verða líka stuttligt at verða landsliðssvimjari, sum tá ið hann sjálvur var tað.

Vegna starvsnevnd SSF

Rókur

This entry was posted in Felagsskapur, Kapping. Bookmark the permalink.