Góðu tit øll
Havi júst nú frætt um koronasmittu nær eisini okkum í svimjingini, og velji tí at senda út hesi boð.
Í sambandi við svimjistevnuna í gjár og fyrradagin, var Suðuroyar Svimjifelag leygarkvøldið úti og át eitt stað har eisini ein róðrarmanning var, sum nú er staðfest at hava havt koronasmittu ímillum sín.
Tey í Suðuroyar Svimjifelag hava tí fingið boð frá myndugleikunum um øll at lata seg testa, og kontakta nú tey sum tey hava verið nær at eisini.
Sum eg skilji tað, so er eingin smitta enn staðfest millum okkum í svimjingini – men ansið eftir um tit føla nakað, fylgi tilmælunum, og takið eina test um tit ivast.
Vinarliga
Rókur
PS. Nú seinni frættist at eitt starvsfólk í svimjihøllini hevur fingið staðfest korona. Tey eru vanliga ikki í høllini tá ið stevna er; men tess meira orsøk at vera fyrivarin.