ST samtykt fyrimyndarreglur til at umganga druknivanlukkur

Sameindu Tjóðir heitir nú á øll lond um gera átøk til at umganga druknivanlukkur, sum lýst í hesum fyrimyndarreglum sum vórðu einmælt samtyktar av ST í gjár. Samstundis verður 25. juli nú framyvir alheims dagur til fyribyrging av druknivanlukkum, við enska heitinum “World Drowning Prevention Day”.

Lesi t.d. her í Dhaka Tribune

Photo by Yulianto Poitier from Pexels

Altjóða lívbjargingarsambandið fegnast sjálvsagt um hesa søguligu hending, til vónandi at minka um tey meira enn 2.5 milliónir druknideyðsføllini sum árliga henda kring um í heiminum, har syrgiliga útfallið hevði kunnað verið fyribyrgt.

Sum skilst er uppskotið til hesar fyrimyndarreglur komið frá Bangladesh og Írlandi, har eisini lívbjargingarfelagskapir í Bretlandi hava verið ein drívmegi.

Fyrimyndarreglurnar staðfesta millum annað, at drukning kann fyribyrjast, har heitt verður á ST-limalondini um at seta í verk fyribyrjandi tiltøk eins og tey sum WHO longu tilmælir, so sum at seta upp verjur og eftirlit har druknivanlukkur kunnu henda, og styrkja um undirvísingini í svimji- og lívbjargingarførleika.

Svimjisamband Føroya er atlimur í altjóða lívbjargingarsambandinum, og fegnast sjálvsagt við teimum um hesa hending, til vónandi at kunna minka um druknivanlukkur eisini í Føroyum.

Okkara tøl eru nevniliga einki at reypa av – í lutfalli líka ring sum tey hjá Bangladesh – og alt ov nógvir føroyingar siga seg hartil hava verið í vanda fyri at drukna, tá ið tey verða spurd um hetta. Meira um tað seinni.

Við lívbjargingarkvøðu

Rókur

This entry was posted in Lívbjarging, Svimjiførleiki. Bookmark the permalink.