Í morgin ári byrjar Aldursbólkameistarastevnan 2021, har einir 78 av okkara evnaríkastu ungu svimjarum fara at royna seg, hesar tríggjar dagarnar í Klaksvíkar Svimjihøll. Høllin er gjørd klár til kapping, og vit ætla at stroyma frá allari stevnuni.
- Innbjóðing til ABMS 2021
- Startlistar/luttakaralistar og kappingarskráir
- Beinleiðis úrslit, so hvørt sum svomið verður
- Úrslitalistar, so hvørt sum kappingar eru avgreiddar
- Youtube-rás hjá SSF, har vit ætla at stroyma
Kappast verður í 6 stevnupørtum:
- partur: Fríggjamorgun 30. apríl frá kl 09:30 – Beinleiðis finalur
- partur: Fríggjadag 30. apríl frá kl 17:00 – Beinleiðis finalur
- partur: Leygarmorgun 1. mai frá kl 09:30 – Beinleiðis finalur
- partur: Leygardag 1. mai frá kl 17:00 – Beinleiðis finalur
- partur: Sunnumorgun 2. mai frá kl 09:00 – Beinleiðis finalur
- partur: Sunnudag 2. mai frá kl 15:30 – Beinleiðis finalur
