Her er ein rættiliga áhugaverd greining av frísvimjingini hjá Rólandi Toftum, sum vit í Svimjisambandinum hava fingið gjørt við hjálp av okkara nýinnkeyptu SmartPaddle-útgerð, og finska granskaranum sum hevur mennt hesa útgerð.
Talan er um tvær smáar hondplátur við tøkni innaní, sum skráseta hvussu svimjarin tekur sítt tak, og her serliga við hvussu nógvari kraft. Eitt sindur sum Wii fjarstýrarar, bara vatntættir og við einum kraftmátara í.
Tilhoyrandi forrit vísir so beinanvegin, hvussu nógv av kraftini fer til at flyta svimjaran frameftir (propulsive), umframt hvussu nógv fer (fyri skeyti) til viks (lateral) ella upp og niður (vertical).
Her er mynd úr sjálvari skipanini, sum her vísir eitt meðaltak hjá Rólandi við høgru hond.
Hetta var sunnudagin 11. apríl sum “SuSvim Open Apríl 2021” var júst avgreidd, at Róland játtaði at leggja kropp til hesa test, sum var at svimja éin 50 metur max við hesum plátum, meðan undirritaði Rókur filmaði.
Vit sendu upptøku umframt dátufílur til Finnlands, og fingu so hesa video aftur, sum vísir hvussu Róland tekur síni tøk.
Greinarin viðmerkir, at Róland setur rættiliga nógv á niðureftir við vinstru hond í byrjanini av sínum tøkum, og at hann trýstir rættiliga nógv úteftir eisini, tá ið hann andar á vinstru síðu.
Um nakar ivast, so er tað sjálvsagt best at brúka so nógv av sínari orku sum yvirhøvur gjørligt til at koma frameftir, heldur enn at trýsta til viks ella upp ella niður.
Til Róland at arbeiða uppá til næstu ferð.
Ein rættiliga áhugaverd loysn, halda vit sjálvi, ið gevur ábendingar um hvussu ein svimjari kann betra um sín teknikk, uttan at tað krevur alt ov nógv av teimum sum hjálpa við testini og greiningini.
Vit kunnu í prinsippinum gera hesa samansettu video sjálvi, um vit keypa hetta tíverri eitt sindur dýra forritið Dartfish.
‘Knorlarnir’ eru í holtur við at læra seg at gera testina, har vit t.d. hin 3. mars vóru og vitjaðu Ægir. Tað gekk sum so fínt, men stríðast vit (eg) enn við greiningini.
Róland hevur givið loyvi til at vit deila hesa video, á hesari heimasíðu umframt á svimjing.com, við tilhoyrandi sosialum rásum. Tað var líkasum ‘slag-tilboðið’ frá mennaranum í Finnlandi, at hann gjørdi sítt afturfyri at vit deildu úrslitið.
Sjálv útgerðin er keypt við stuðli frá FINA, sum liður í teirra “FINA Olympic Aquatic Support Programme” (FOASP), til at menna og styrkja okkara virksemi.
Í Føroyum hava vit serliga brúkt kreftir uppá at byggja upp eitt úrval av testum, til at hjálpa føroyskum svimjarum á leið. Hetta arbeiði lá vegna korona í so stilt í 2020, har vit so í staðin brúktu pening og orku uppá stroymingarloysn.
Nú í 2021 er ætlanin so avgjørt, at koma í gongd aftur við testirnar, so hvørt sum vit finna tíð og orku til tess.
Vegna SSF
Rókur