SSF-kalendarin avtalaður fyri svimjiárið 2021-2022

Svimjisamband Føroya skipaði í dag fyri kalendarafundi í hølunum hjá Runavíkar kommunu í Saltangará, har feløgini undir leiðslu av nýggju svimjinevndini løgdu kalendaran fyri svimjiárið 2021-2022, umframt at endurskoða nakrar lutir í kalendaranum nú hesa árshálvu eisini.

SSF kalendarafundur í Saltangará

Dagførdi kalendarin sæst her á heimasíðu SSF, har nakað av tí mest merkisverda er, at FM á langgeil 2021 nú er flutt til at verða partur av sokallaðu ‘føroysku oyggjaleikunum’ hjá Ítróttasambandi Føroya. Hartil fara vit komandi svimjiár at hava tvær aldursbólkarmeistarastevnur – á stuttgeil um heystið og á langgeil um várið – eins og vit nú hava FM og JM bæði á stuttgeil og á langgeil.

Ein avbjóðing í komandi ári, er at vit ikki enn vita nær heilt víst til dømis nær NM/NJM 2021 verður, og at tað tí heldur ikki er heilt víst nær FM á stuttgeil 2021 verður. Út yvir at vit hava valt at leggja hesa stevnu í desember 2021.

Eitt annað serligt er, at tað til summar stevnur nú er viðmerkt, at talan verður um stevnu við fullari kappingarskrá. Hetta vegna innkomið ynski, til at serliga langteinarar kunnu verða vísir í at kunna royna seg í 800 og/ella 1500 frí.

Sum heild ein sera produktivur dagur, har vit fingu lagt allar heimligu svimjistevnur fram til og við summarið 2022.

Við svimjikvøðu

Rókur

This entry was posted in Felagsskapur. Bookmark the permalink.