Her eru úrslitini frá svimjistevnuni SuSvim Open hin 6. og 7. februar 2021, sum Suðuroyar Svimjifelag skipaði fyri í Páls Høll í Vági. Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se og her á swimrankings.net
Tilsamans vóru tey 80 íðkarar og 30 lið sum svumu seg til 508 úrslit í 36 kappingum, hesar 3 stevnupartarnar í Vági.
Vár E. Eidesgaard úr HS átti frægasta úrslitið av øllum sum var 17:28.07 og 677 FINA stig í 1500 frí, meðan Johan N. Dam úr HS átti besta úrslitið hjá mannfólkum, fyri 4:15.03 og 642 FINA stig í 400 frí.

Heiðursmerkjabýti millum feløg
| Felag | Gull | Silvur | Bronsa |
| HS | 23 | 14 | 9 |
| Ægir | 5 | 9 | 10 |
| SuSvim | 5 | 0 | 9 |
| FLOT | 1 | 2 | |
| FS | 1 | 1 |









You must be logged in to post a comment.