Svimjisamband Føroya hevur nú aftur eina veruliga svimjinevnd, aftaná at starvsnevnd SSF í nøkur ár hevur virkað sum eisini svimjinevnd. Nýggja nevndin hevði sín fyrsta regluliga fund í SSF-hølunum í Saltangará nú mikukvøldið hin 3. februar, har á skránni millum annað var skipan av nýggju svimjinevndini.
Tey sum manna nýggju svimjinevnd SSF, eru:
- Heri Mortensen, formaður
- Bjørg Olsen, næstforkvinna
- Rúna í Skála, skrivari
- Jytta Friang, varaskrivari
- June Jónsveinsdóttir, limur
- Eliesar Lydersen, limur
Uppgávan hjá svimjinevnd SSF, er stutt sagt at hava eftirlit við, at svimjistevnur her í Føroyum verða skipaðar sambært galdandi reglum. Svimjinevndin skipar í sínum virki millum annað fyri regluligum kalendarafundum, har feløgini sínamillum avtala kappingarkalendaran til komandi svimjiár. Næsti kalendarfundur verður hin 27. februar.