Fróðskaparsetur Føroya skrivar her um hesa vísindaligu grein, nú útgivin í altjóða tíðarritinum International Journal of Sport Medicine, har svimjarar úr Havnar Svimjifelag og Ægir fyri árum síðani vórðu testaðir á landi umframt í vatni, til at vita um ein 3-minuttirs max-test á svimjiergometri kundi lýsa teirra svimjievni í vatni.
Svimjarnir góvu tvær ferðir alt teir áttu á hesum ergometri, sum nakað líkt eini rógvimaskinu kann loyva svimjarum at ‘svimja’ á landi, meðan teir um somu tíð gjørdu max-test eisini í svimjihylinum, í 50, 100, 200, 400, 800 og 1500 frí, til at síggja um ergometur-testin gav eina rættvísa mynd av tí sum tey kláraðu í hylinum.
Sum skilst var úrslitið gott – at hendan 3-minuttirs max-test á ergometri vísir seg at kunna lýsa eisini svimjievni, – á sama hátt sum líknandi test longu er prógvað at vera viðkomandi í øðrum ítróttum.
Tað sum vit í svimjingini fingu burturúr, var at hendan testin kann nýtast til at meta um kropsligu megina hjá svimjaranum, soleiðis heilt grundleggjandi uttan at teknisku svimjievnini í hylinum órógva. Tú kanst staðfesta kropsliga støðið hjá íðkaranum til svimjing, og siðani arbeiða við at fáa tað fult út eisini í hylinum.
Nakað annað er so tað, at hendan testin er rættiliga brutal. Tú skalt geva alt tú eigur líka frá byrjan av, uttan at royna at fordeiliga orkuna yvir tríggjar minuttir, og so annars bara liva við at megin fánar í leypi av hesum skjótt langu minuttum.
Tað er ikki bara sum at siga tað, tá ið man eigur nógv at geva av 🙂