FMS og JMS 2020 í skerdari útgávu vegna korona

Sum tit kunnu lesa her á in.fo, so fer Kringvarp Føroya ikki at senda frá Føroyameistarastevnuni og Juniormeistarastevnuni á stuttgeil 2020.

Hetta er í fullari semju millum KVF og SSF, stutt sagt tí at vit verða noydd at kunna útseta FMS/JMS 2020 so gott sum upp á standandi fót, ífall at støðan við korona versnar.

Í staðin fara vit at royna at sjálvi stroyma frá stevnuni, við útgerðini sum varð brúkt eisini til stroyming frá FM á langgeil í Vági í summar, umframt frá Ægir Open í vikuskiftinum.

Tað verður heilt víst ikki tað sama sum tá ið KVF sendir, og har verður eisini annað sum má skerjast, so sum talið av áskoðarum sum kunnu koma í høllina.

Men altso, her er eingin illstøða millum KVF og okkum fyriskiparar av FMS/JMS 2020 – eingin ynskir hesa støðu, og vónandi koma vit sterkt aftur, tá ið korona er hæsað av.

Við svimjikvøðu

Rókur

This entry was posted in Kapping. Bookmark the permalink.