Svimjiførleikakanningin 2018 – Greining av svimjiførleika í mun til onnur viðurskifti

Tað er sera stórur munur á svimjiførleikanum hjá føroyskum fimtafloksbørnum, alt eftir hvar tey búgva og ganga í skúla. Hinvegin hava vit ikki sama trupulleika sum í okkara grannalondum, við at innflytarar duga verri at svimja.

Svimjisamband Føroya gjørdi í februar 2018 eina spurnarkanning millum allar næmingar í fimta flokki í føroyska fólkaskúlanum, til at kanna svimjiførleikan hjá hesum.

Hesin partur er hin fimti í eini røð, sum fer at umfata í øllum førum:

  1. Fyrst framløga av kanningini í 2018 sum hon er
  2. Samanbering við somu kanning í 2011
  3. Samanbering við tilsvarandi kanningar í Noregi
  4. Samanbering við Gallup Føroyar kanning eisini í 2018
  5. Síðani hendan greining av svimjiførleika í mun til onnur viðurskifti
  6. Samanbering millum økir í Føroyum

Inngangur

Fyri at byrja onkunstaðni við sjálvari greiningini, so er væl mest upplagt at byrja við at greina svimjiførleika í mun til onnur viðurskifti, til at finna tey føri har greiðastu samanhangir eru.

Hesi føri kunnu tá hugsast at vera mest uppløgdu viðurskifti, sum annaðhvørt viðføra svimjiførleika (so sum, um tú hevur svomið nakað serligt), ella sum kanska komast av svimjiførleika (so sum, um tú ert tryggur og trívist í hylinum). 

Her velja vit í fyrstu atløgu at greina í mun til norðurlendsku allýsingina av svimjiførleika, ið sum kunnugt er at kunna svimja 200 metrar út-í-eitt og uttan flótihjálp.

Hesir 200 metrarnir eru í síðsta enda tað sum vit verða máld eftir, tá ið samanborið verður við onnur norðurlond, og væntandi eisini skjótt øll onnur evropeisk lond.

Vit kundu eisini samanborið við førleikan at svimja 25m; men er tað tá eyka arbeiði sum væl hugsandi fer at benda á somu mynstur. 

0. Skúlar

Næmingarnir svaraðu ikki hesum– vitan fingin út í frá hvør sum fekk og sendi oyðubløð

Gevið gætur – Tað er tilætlað at nøvnini á skúlunum ikki síggjast her. 

1. Kyn

“1. Ert tú …”

2. Aldur

“2. Hvussu gamal/gomul ert tú?”

3. Floksstødd

“3. Hvussu nógvir næmingar eru í tínum flokki?”

4. Bústaður

“4. Hvar býrt tú?”

5. Føðistaður

“5. Hvar ert tú fødd/-ur?”

5b. Føðistaður – Bólkaður

“5. Hvar ert tú fødd/-ur?” – Her bólkað í Føroyar, Danmark og aðrastaðni

6. Føðistaður hjá foreldrunum

“6. Hvar eru foreldrini hjá tær fødd?”

6b. Føðistaður hjá foreldrunum – Bólkaður

“6. Hvar eru foreldrini hjá tær fødd?” – Her bólkað í Føroyar (bæði), Føroyar (annað) og uttanlanda

7. Svimjing í skúlanum?

“7. Hevur tú havt svimjing í skúlanum í ár?”

8. Nøgd av (skúla)svimjing

“8. Hvussu nógvar tímar hevur tú í svimjing um mánaðin (umleið í miðal yvir árið)?”

9. Nøgdsemi við nøgdini av skúlasvimjing

“9. Heldur tú, at tú svimur ov lítið, ov nógv ella er tað hóskandi (í skúlanum)”

10. Svimjiførleiki

“10. Hvat er á leið tað longsta strekkið, sum tú hevur svomið, uttan at steðga á, og við ongari flótihjálp ella amboðum sum t.d. fitjum?”

11. Flótiførleiki

“11. Kanst tú flóta við ongari hjálp?”

12. Svimjing uttanfyri skúlan

“12. Ert tú limur í einum svimjifelag, ella gongur tú onkursvegna til svimjing uttanfyri skúlan?”

13. Svimjimerki

13. Hevur tú tikið svimjimerki?”

14. Nærleiki til svimjihyl

“14. Er ein svimjihylur nær við skúlan ella nær við, har sum tú býrt?”

15 Svimjing í frítíðini

“15. Hvussu ofta hevur tú verið í svimjihyli í frítíðini í ár?”

16. Svimjifelagar

“16. Hvørjum ert tú vanliga saman við, tá ið tú ert í svimjihyli í frítíðini?”

17. Áskoðan um svimjing

“17a. Eg haldi at tað er ræðandi at vera í djúpa partinum av hylinum”

“17b. Tað er sum oftast stuttligt at vera í hylinum”

“17c. Tað er ikki so stuttligt at hava høvdið undir vatninum”

“17d. Eg brúki altíð flótihjálp, tá ið eg eri í hylinum”

“17e. Tað er lætt at kava frá kantinum við høvdinum fyrst”

“17f. Eg kenni meg vanliga trygga/-n í hylinum”

“17g. Svimjing er stuttligt”

“17h. Vanliga eri eg kaldur/køld í svimjihylinum”

“17i. Eg gleði meg sum oftast til svimjitímarnar í skúlanum”

“17j. Mær dámar ikki, tá ið vit hava svimjing í skúlanum”

“17k. Tað er lætt at kava”

“17l. Eg hevði viljað, at vit høvdu fleiri svimjitímar í skúlanum”

18. Svimjialdur

“18. Nær lærdi tú at svimja?”

19. Svimjilærari

“19. Hvør lærdi teg at svimja?”

20. Svimjilærupláss

“20. Hvar lærdi tú at svimja?”

Samandráttur av greiningini av svimjiførleika í mun til onnur viðurskifti

Svimjiførleiki (saman um tikið, sum fyrstu framløgu)

  • 43.3% siga seg klára at svimja 200m, 35.3% vita ikki, 21.4% halda ikki
  • 61.6% siga seg klára at svimja 25m, 35.3% vita ikki, 3.1% halda ikki
  • 92.3% siga seg kunna flóta, 4.3% vita ikki, 3.4% halda ikki
  • 2.3% siga seg beinleiðis ikki at duga at svimja (sí spn 18) 

Týðandi tættir

  • 100%: 100% klára 200 har foreldrini eru fødd í øðrum landi í Evropa, í mun til aðrastaðni 0%
  • 87.5%: 87.5% klára 200 í tí skúla har tey eru flest, í mun til 0% í tí har tey eru fægst
  • 79.2%: 80.0% klára 200 sum hava haft 10+ svimjitímar/mánaðin, í mun til 20.8% sum hava haft 5-7*
  • 56.3%: 56.3% klára 200 sum lærdu at svimja áðrenn tey fóru í skúla, í mun til 0% sum lærdu tað í 5.  
  • 66.7%: 100% klára 200 sum eru fødd í ávísum norðurlondum, í mun til 33.3% í m.a. Noregi*
  • 66.6%: 100% klára 200 sum eru limir í svimjifelag, í mun til 33.4% sum ikki ganga til svimjing
  • 46.9%: 78.1% klára 200 sum búgva í Norðuroyggjum, í mun til 31.2% í Suðurstreymoy
  • 41.0%: 70.0% klára 200 sum svimja fleiri ferðir um vikuna í frítíðini, í mun til 29.0% sum ikki svimja
  • 38.0%: 51.6% klára 200 sum kunnu flóta bæði á búki og ryggi, í mun til 13.6% sum ikki kunnu flóta*
  • 35.2%: 56.9% klára 200 sum eru í flokki á 20-24 næmingar, í mun til 21.7% í flokki á 10-14 næm.*
  • 29.6%: 47.2% klára 200 sum eru nøgd við skúlasvimjinøgd, í mun til 17.6% sum halda hon er ov nógv
  • 29.2%: 55.0% klára 200 sum hava tað lætt við at kava undir, í mun til 25.8% sum ikki hava tað*
  • 27.6%: 45.6% klára 200 sum ikki ræðast at vera í tí djúpa, í mun til 18.0% sum ræðast tað
  • 27.3%: 44.8% klára 200 sum oftast hava tað stuttligt í hylinum, í mun til 17.5% sum ikki halda tað*
  • 28.8%: 69.2% klára 200 sum hava tikið svimjimerki, í mun til 40.4% sum ikki hava tað*
  • 24.0%: 53.3% klára 200 sum hava lætt við at kava frá kantinum, í mun til 29.3% sum ikki hava tað
  • 22.7%: 44.6% klára 200 sum vanliga kenna seg trygg í hylinum, í mun til 21.9% sum ikki gera tað*
  • 21.2%: 50.2% klára 200 sum hava hyl nær við skúla ella bústað, í mun til 29.0% sum ikki hava tað*
  • 18.0%: 45.5% klára 200 sum halda at svimjing er stuttligt, í mun til 27.5% sum ikki halda tað*
  • 17.0%: 43.7% klára 200 sum ikki altíð brúka flótihjálp, í mun til 26.7% sum altíð brúka flótihjálp
  • 16.4%: 50.8% klára 200 sum ynskja fleiri skúlasvimjitímar, í mun til 34.4% sum ikki ynskja tað*
  • 14.9%: 48.9% klára 200 sum oftast gleða seg til skúlasvimjing, í mun til 34.0% sum ikki gera tað*
  • 14.1%: 47.2% klára 200 sum ikki hava trupult við at fáa høvdið undir, í mun til 33.1% sum hava tað*
  • 11.9%: 46.0% klára 200 sum ikki vanliga eru køld í hylinum, í mun til 34.1% sum vanliga eru køld*
  • 10.9%: 53.1% klára 200 sum ikki hava haft svimjing í 5. flokki, í mun til 42.2% av teimum sum hava
  • 7.6%: 50.0% klára 200 av teimum 10-ára gomlu, í mun til 42.4% av teimum 12-ára gomlu*

*Her síggja vit burtur frá “Eg veit ikki” og onkuntíð “x” ella blankt svar, tí at úrslitið tá skeiklast nógv.

Merkisvert er at tey sum eru fødd í Føroyum, raka somu 43.3% sum meðaltalið hjá øllum somlum.

Har eru eisini stór sveiggj (0 til 100%) alt eftir hvønn tey svimja saman við, men einki greitt mynstur.

Fyribils niðurstøða

Hetta eru alt rættiliga greiðar og ofta heilt logiskar ábendingar. Tað loysir seg týðiligvís at ganga í rætta skúla og búgva á røttum stað, og so annars at fáa teir grundleggjandi førleikarnar upp á pláss, umframt at svimja ofta, eisini í frítíðini. Og so má ein læra tíðliga at svimja, gjarna áðrenn 1. flokk.

Framhald

Hetta var so fimti partur í eini røð, sum fer at umfata í øllum førum:

  1. Fyrst framløga av kanningini í 2018 sum hon er
  2. Samanbering við somu kanning í 2011
  3. Samanbering við tilsvarandi kanningar í Noregi
  4. Samanbering við Gallup Føroyar kanning eisini í 2018
  5. Síðani hendan greining av svimjiførleika í mun til onnur viðurskifti
  6. Samanbering millum økir í Føroyum

Takk

Takk til tykkum mongu sum hjálptu okkum við at fáa gjørt hesa kanning, umframt til Mentamálaráðið fyri at geva loyvi og Djóna Dalsgarð fyri at tasta alt inn.

Takk til børnini fyri at vera so røsk at fylla út.

Hóast úrslitini sum heild ikki eru so jalig, so kann eg avdúka at glottar eru at hóma, har tað í ávísum økjum vísir seg at standa heilt væl til við svimjiførleika.

Vit vóna at kunna gera eina líknandi kanning aftur skjótt, bæði til at fáa fleiri dátur og til at kanna møgulig rák, so sum um koronakreppan nú hevur havt nakra ávirkan.

Her er óivað nógv sum kundi verið frægari, men hetta er tað frægasta sum vit klára júst nú.

Við svimjikvøðu

Vegna SSF

Rókur

This entry was posted in Svimjiførleiki. Bookmark the permalink.