HS-stevnan 26. september 2020 útsett

Góðu tit,

Nú er støðan aftur vorðin so óviss viðv. koronu, og serliga ger hon nógv um seg í Havn í løtuni. Tískil hevur Havnar Svimjifelag valt at útseta svimjistevnuna fyri tey yngru, sum skuldi vera nú leygardagin 26. september.

Fleiri eru ótrygg at lata børnini fara til kappingina, og metir HS tí, at hetta er tað skilabesta at gera beint nú. Vit eru sera kedd um tað, tí nú hava fleiri glett seg at sleppa aftur til kapping, og summi kanska fyri fyrstu ferð. Men vónandi skilja tit avgerðina, og bera yvir við okkum.

Svimjistevnan verður útsett og ikki avlýst, tí vit ætla at finna ein dag so skjótt, sum tølini fara niðuraftur, og heita vit tí á tykkum um at standa klár, tí at skotbráðið verður helst stutt. Í hesum døgum gongur tað so skjótt hvønn vegin, at vit mugu bara leypa á leistum, tá løtan er tann rætta.

við svimjikvøðu

Havnar Svimjifelag

This entry was posted in Kapping. Bookmark the permalink.