Útseting av svimjistevnum vegna korona

Góðu tit øll,

Svimjsamband Føroya hevur nú í samráð við føroysku svimjifeløgini avgjørt at útseta fyrstu tríggjar svimjistevnur í svimjiárinum 2020-2021, til heldur at verða soleiðis:

  • HS-stevnan 5.-6. september verður í staðin hin 12.-13. september
  • HS-stevnan 19. september verður í staðin hin 26. september
  • Ægir-stevnan 26.-27. september verður í staðin hin 3.-4. oktober

Orsøkin er íkomna støðan við nýggjari koronasmittu í Føroyum, umframt at vit fingu pláss í kalendaranum til at útseta, nú NOM 2020 í summar varð avlýst eisini vegna korona.

Vónandi fer tað at ganga so mikið væl við smittuni nú í august, at vit kunnu hava hesar stevnur í september, sjálvsagt sambært galdandi tilmælum.

Vegna starvsnevnd SSF

Rókur

This entry was posted in Kapping. Bookmark the permalink.