Her er ein lítil tillaging til kappingartilmæli SSF í sambandi við Corona; stutt sagt ‘bara’ at tað ikki er neyðugt at spritta startskamlarnar millum hvønn start.
Orsøkin til at hendan regla var í upprunaliga tilmælinum, var tí at flest allir svimjarar taka í skammilin framman í startstøðuni beint áðrenn start.
Men, av tí at tað er bara ein lítil løta, frá tí at startarin hevur biðið tey um at taka støðu og til at startskotið hoyrist, eftirfylgt av at tey leypa útí, so verður tað hildið at vera óneyðugt.
Vegna starvsnevnd SSF
Rókur