So er tað ABMS 2020

Svimjisamband Føroyar skipar í vikuskiftinum fyri Aldursbólkameistarastevnuni 2020, sjálvsagt í serligum líki nú vit royna at umganga møguliga coronasmittu. Startlistarnir síggjast nú her á livetiming.se, umframt niðanfyri saman við tíðarætlanunum.

Skipanin er annars rættiliga einføld, at tann yngri bólkurin kappast leygardag og tann eldri sunnudag, báðar dagarnar frá kl 13:00 og til liðugt er.

Vit hava lagt nokkso ríkiliga pausu inn millum hvørja kapping, og ætla hartil at hava einar tríggjar 15-min-steðgir í leypi av seinnapartinum, so at leygardagurin endar umleið kl 17:15 og sunnudagurin kl 18:15.

Ætlanin er at stroyma frá stevnuni, á YouTube-rásini hjá Svimjisambandi Føroya

Nú royna vit at fáa mannað tey ymisku plássini sum krevjast til at avgreiða eina sovorðna stevnu, og finna síðani útav um pláss er fyri nøkrum møguligum áskoðarum afturat.

Sí eisini innbjóðingina til hesa stevnu, og kappingartilmæli SSF í sambandi við corona

Vegna SSF

Rókur

This entry was posted in Kapping. Bookmark the permalink.